1-1, 1-1 og 1-1.
Har er ikki nógv fjølbroytni í føroysku úrslitunum higartil í hesum landsliðsvindeyganum, men hesin triði javnleikurin í Nations League var bæði á pappírinum og eftir avriki nógv tann besti.
Fram til ein vandamiklan slovakiska stútara við aftastu stong seint í dystinum, kundi ein væl sagt, at um eitt lið skuldi vunnið í kvøld, skuldu tað verið Føroyar, sum høvdu fleiri góðar støður enn Slovakia í 1. hálvleiki eisini.
Tað var tó eitt heldur óheepið sjálvmál, og nakað av føroyskum ósketni eisini, sum gjørdu, at tað var 1-0 til favorittarnar í steðginum: Teir sluppu framvið Martini Agnarsson, og via beinini hjá fyrst Odmari Færø og síðani Gunnar Vatnhamar endaði bólturin í føroyska netinum.
![]()
Eina løtu vóru heldur tungar akslar hjá føroyingunum - men skjótt vendi dysturin (Mynd: Sverri Egholm)
Men serliga fyrstu tjúgu minuttirnar eftir steðgin livdi Tórsvøllur, og føroyska liðið var greitt omaná. Hanus Sørensen rakti stongina, málverjin fekk onkursvegna fingrarnar á áðrenn, og fleiri aðrar vandastøður vóru.
Innskiftu Áki Samuelsen og Adrian Justinussen, sum avloystu hartarbeiðandi Poul Kallsberg og Petur Knudsen, skaptu nógv lív. Og eftir landa sending í 65. minutti legði Áki væl av til Adrian, eftir at ungi Mjällby-vongurin hevði vunnið nærdystin. Og mitt fyri úr smáum 25 metrum við renningarferð, er guff hjá Adrian Justinussen: Ein rakett frá nummar 17 og fyrsta A-landsliðsmál hansara í kappingardysti.
![]()
Stórur føroyskur fagnaður eftir flotta málið hjá Adrian Justinussen (Mynd: Sverri Eghpæm)
Hetta tryggjaði Føroyum eitt flott og væl uppiborið stig móti slovakisku stórfavorittunum - nummar 45 í heiminum á pappírinum. Teir høvdu fult sitgatal undan dystinum, men noyddust, eins og grannarnir úr Kekkia í fjør, at sanna at tað er torført at koma á Tórsvøll.
Nations League deild C, bólkur 3
3. umfar, í dag fríggjadagin 2. oktober
Føroyar - Slovakia 1-1
Føroyar (5-4-1): Mattias Heðinsson Lamhauge - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson - Poul Kallsberg (55'Áki Samuelsen), Geza David Turi, Jóannes Bjartalíð (83' Jørgen Nielsen), Hanus Sørensen - Petur Knudsen (55' Adrian Justinussen)
Venjari: Eyðun Klakstein
(Moldova vann fyrr í dag heldur óvæntað í Kasakstan: 2-1)
Støðan:
1. Slovakia 7 stig
---------------------
2. Moldova 4 stig
3. Føroyar 3 stig
----------------------
4. Kasakstan 1 stig
Dagført: 23.54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald