Føroyar fingu eitt gott úrslit á Tórsvølli í kvøld móti einum liði í ovaru hálvu av Evropa, í mun til styrkistøl.
Eitt minus á kvøldinum var, tá ein annars vælspælandi Andrias Edmundsson misti bóltin á egna hálvu og "tók eitt gult kort".
Hellas Verona-liðformaðurin fekk eisini gult kort í Moldova týskvøldið, og tað skulu bert tvey til fyri at fáa leikbann.
Harvið verða Føroyar uttan 25-ára profilin av Toftum í Astana týskvøldið. Hann fer sum skilst aftur til Italia í morgin.
Ein annar miðverji kemur við til Kasakstan ístaðin. Talan er um Arnbjørn Svensson, sum hevur fingið boð eftir dystin móti Slovakia.
27-ára gamli gøtumaðurin hevur spælt fýra A-landsdystir; millum annað móti júst Kasakstan í venjingardysti í november.
![]()
Arnbjørn Svensson til landsliðsvenjingí Kekkia í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald