Hondbóltur

Hoyvíkskvinnur skulu gera arbeiðið liðugt

Seinni dysturin móti HB Dudelange kl. 19 sæst á Portal Play fyri 79 krónur.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-03 13:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

H71 hevði ein frálíkan seinna hálvleik í fyrra European Cup-dystinum móti HB Dudelange úr Luksemborg, tá liðini brustu saman í Hoyvíkshøllini í gjár.

Sí eisini: Hoyvíkskvinnur vendu øllum í seinna hálvleiki

Støðan í steðginum var 21-15 til HB Dudelange, men í seinna hálvleiki vendu hoyvíkskvinnur øllum á høvdi og vunnu seinna hálvleik 26-17. Úrslitið gjørdist 41-38 til H71.


H71-kvinnurnar skulu taka góða spælið í seinna hálvleiki við sær til seinna dystin í kvøld klokkan 19 og gera arbeiðið liðugt. Samanlagdi vinnarin í málum vinnur seg víðari til triðja umfar í European Cup.

Les eisini: Neistin vann fyrra dystin í Kosovo við fimm málum

Saman við H71 sendir Portal Play dystin, og atgongd kann keypast fyri 79 krónur. Dysturin er ikki partur av vanliga hondbóltshaldinum á Portal Play. Sjúrður Hildarson Hoydal sigur frá.

Keyp atgongd til dystin her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder