Fótbóltur

KÍ kann tryggja greipuna á heimavølli í triðseinasta umfari

Um steypavinnararnir vinna móti Skála seinnapartin, er FM nummar 25 hjá KÍ-kvinnunum, og steyp nummar 41 í hesari øldini, í hús. Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum og síggja myndir seinni.

KÍ-kvinnurnar gjørdu bart og bastu HB við tveimum seinum málum á Tórsvølli í steypafinaluni fyri tveimum vikum síðani - seinastu tíðina er KÍ eisini av álvara farið frá HB í landskappingini (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ-kvinnurnar gjørdu bart og bastu HB við tveimum seinum málum á Tórsvølli í steypafinaluni fyri tveimum vikum síðani - seinastu tíðina er KÍ eisini av álvara farið frá HB í landskappingini (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-03 08:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ kann gerast FM-vinnari í dag, um Víkingur vinnur stig frá HB í Gundadali. Men KÍ-kvinnurnar kunnu eisini "bara" avgerða tað sjálvar, tá Skála vitjar klokkan 14.30.

Tað at tryggja sær gullheiðursmerki og steyp duga tær í KÍ væl: Tá tær vunnu steypakappingina eftir stórt drama móti HB herfryi, var talan um steyp nummar 40 síðani aldarskifti

Sí eisini: 17. steypagullið hjá KÍ-kvinnunum - steyp nummar 40 hesa øldina

KÍ er nógv mest vinnandi í føroyskum kvinnufótbólti og kann tryggja enn eitt FM, nummar 25 í røðini, og enn eina greipu.

Heimaliðið er eisini stórfavorttur seinnapartin: KÍ hevur vunnið við fimm og fýra málum í teimum báðum seinastu dystunum móti Skála. Liðini spældu so seint sum fyri seks døgum síðani við Djúpumýru. Tá vann KÍ 4-0 - við hattrikki frá Duritu Hummeland sum eisini avgjørdi steypafinaluna fyri tveimum vikum síðani.

Myndir: KÍ vendi øllum og vann steypagulli

KÍ og Skála spæla klokkan 14.30 - tilber at fylgja gongdini ovast á Portalinum og síggja myndir seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder