Fótbóltur

Føroyskir landsliðsspælarar hjálptu at rudda í flogfarinum

Geza David Turi og Mattias Lamhauge høvdu tørv at flyta beinini, og flogternurnar fingu harvið frí eina løtu.

2026-10-03 12:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg noyðist at halda beinini í gongd, helt Geza David Turi fyri

Grimsby-miðvallarin tuskaði og arbeiddi í 90 minuttir á Tórsvølli leygarkvøldið. Hann vildi tí flyta seg eina løtu á fyrra, og væl styttra flogtúrinum.

So Geza og málverjin Mattias Lamhauge spældu flogternur eina løtu umborð á flogfarinum hjá Atlantic Airways.

Hetta fekk smílini fram hjá fleiri - men landsliðsspælararnir megnaðu at savna ruskið: Tómar kaffikoppar og annað.

Geza, Mattias og hinir hava langan flogtúr fyri framman nú: Úr Keypmannahavn til Kasakstan. Tað eru sjey og ein hálvur tími og yvir tríggjar tíðarsonur.

Les eisini: Úr Norðuratlantshavi til Asia: Óvanliga langur ferðadagur hjá A-landsliðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder