Fótbóltur

Myndir: KÍ tryggjaði FM-heitið nummar 25

Klaksvikskvinnur lótu ongan iva verða um hetta, tá Skála vitjaði í triðseinasta umfari. 3-0 og harvið er greipan heima - sí myndir úr Klaksvík.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-03 21:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB var fremst eftir grundspælið, og eisini á odda 2-1 tá yvirtíðin fór í gongd í steypafinaluni, men KÍ-kvinnurnar hava aftur víst dygdir sínar og serliga vinnaraviljan. Tær hava nú aftur vunnið eina greipu.

FM nummar 25 og nummar 24 í hesari øldini kom í hús í stórum stíli seinnapartin, tá KÍ vann 6-0 á Skála, sum avloysti NSÍ í FM-bólkinum.

Tríggjar skoraðu tvey mál hvør: Heidi Sevdal, ið kom úr júst NSÍ í summar, Durita Hummeland, sum hevur verið flúgvandi í seinastuni og millum annað avgjørdi steypafinaluna, og til seinast unga og lokala Ranja Joensen.

Samanlagt 41 stór steyp til KÍ síðani aldarskifti, sum er ómetaliga flott. Fagnaður við Djúpumýru í dag; sjálvt FM-steypið verður handað seinni í mánaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder