Astana, Kasakstan (Portalurin): Tað eru móðir og moyrir føroyingar, fótbóltsspælarar við fylgi, sum eftir midnátt lokala tíð lendu í kasakiska høvuðsstaðnum.
Landafrøðiliga eru vit í Asia og ikki longur í Evropa - farið varð úr Havnini um seks-tíðina leygarmorgunin.
Úr Norðuratlandshavi til Asia: Óvanliga langur ferðadagur hjá A-landsliðnum
Fýra tímar eru á muni millum Astana og Føroyar, men túrurin hevur kortini verið langur. Lagt varð fyri við bussi í Føroyum, síðani Vágar - Keypmannahavn við rutuni hjá Atlantic Airways, og seinnapartin víðari við leiguflogfari úr Keypmannahavn til Kasakstan.
Sí eisini: Føroyskir landsliðsspælarar hjálptu at rudda í flogfarinum
Av tí at flogið varð rundanum russiskt loftrúm, gjørdist hesin flogtúrurin hjá føroyska manslandsliðnum í fótbólti uppaftur longri.
Leiðin gongur nú á gistingarhús, har svøvnur og hvíld verður tað mest týðandi næstu smáu tvey samdøgrini.
Sunnudagin verður bert styrkivenjing og spa á skránni hjá landsliðnum, sum hevur spælt tríggjar dystir seinastu vikuna. Mánakvøldið lokala tíð verður venjing á stóra tjóðarleikvøllinum, har spælt verður týsdagin klokkan 15 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald