Talan gjørdist um eitt frálíkt føroyskt hondbótlsvikuskifti í evropeiskum høpi.
Neistin og H71 vóru við í 2. umfari í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin, og bæði vunnu seg víðari í 3. umfar - við tveimum sigrum hvør.
Talan var um kvinnuliðini hjá feløgunum, sum spældu báðar dystirnar á ávikavist útivølli og heimavølli.
Neistin vann við fimm málum á Samadrexhe fríggjakvøldið, og í kvøld eydnast at halda høvið kalt og vinna í Kosovo - hóast heimaliðið kom væl aftur eftir 16-10 leiðslu hjá Neistanum og frálíkt veruspæl fyrsta partin av 2. hálvleiki. Eins og í gjár varð Ró Reginsdóttir toppskjútti (7 mál í kvøld), og tær í bláum fóru heim við enn einum sigri.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2026/10/03/890x590/17910619415j17rxjwzm.webp)
Fegið neistafólk í Kosovo í kvøld (Mynd: Henny á Líknargøtu)
H71 vendi fríggjakvøldið fyrra dystinum móti HB Dudelange, men í seinna dystinum í Hoyvíkshøllini var eingin ivi: H71 vann heili 40-24 á gestunum úr Luksemborg. Eitt sterkt og sannførandi liðavrik við Mariu Halsdóttir Weyehe (12 mál á odda)
![]()
Fagnaður í Hoyvíkshøllini fríggjakvøld og leygarkvøld (Savnsmyndir: Jens Kr. Vang)
Harvið tvey føroysk lið víðari til 3. umfar, sum verður seinni í mánaðinum.
Í næstu viku spælir VÍF sínar dystir í 2. umfari. Eins og hjá Neistanum, verða báðir spældir í Kosovo.
![]()
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald