Annað

Billard: Klaksvíkingar verja borg

Aftur í ár - triðja árið á rað - vann ein klaksvíkingur Haldor Holm Cup. Urbanus Olsen vann í eini spennandi finalu á Kristian Suna Høgnesen, sum vann í fjør. Enn ein klaksvíkingur, Ólavur Kjølbro vann árið frammanundan. .

Ein errin og fegin Urbanus Olsen úr Klaksvíkar Billardfelag vann gull í Haldor Hom Cup. Myndir Jógvan Jørgensen.

Ein errin og fegin Urbanus Olsen úr Klaksvíkar Billardfelag vann gull í Haldor Hom Cup. Myndir Jógvan Jørgensen.

2026-10-04 16:39 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað hevði verið ein errin Haldor Holm, sáli, hevði hann verið áskoðari til kappingina, sum varð stovnað til tess at heiðra hann fyri sítt slóðbrótandi arbeiði fyri at menna billardspælið og sum eisini varð  navngivið eftir honum. Vit hoyra framvegis og minnast hansara lógvabrestir við orðunum: "Einaferð klaksvíkingur - altíð klaksvíkingur”. 

[object Object]Urbanus Olsen nr. 1 og Kristian Sune Høgnesen nr. 2, báðir úr Klaksvíkar Klubba og Per Hansen úr Havnar Billardfelag nr. 3. 

Tað eru í ár 37 ár síðani billardspælarar tóku stig til at fara undir eina heilt nýggja landsumfevnandi billardkapping fyri at minnast billardkongan í Klaksvík Haldor Holm, meðan hann framvegis var á lívi og brúkti óteljandi tímar við billardborðið í Klaksvíkar Klubba. Eitt risastórt ferðasteyp var fingið til vega frá Hotel Føroyum, sum ynskti, at Klaksvíkin skuldi hava steypið um hendi, nú Klaksvíkin var tað staðið í landinum, har billardítróttin var í stórari menning. Klaksvíkin  var føroyska billardmekkaðið minnast vit Haldor siga.   

Ætlanin við kappingini var at savna teir bestu spælararnar í Føroyum at dystast móti hvørjum øðrum og harvið leggja botn til tað komandi billardárið. 

[object Object]Ein engageraður Haldor Holm, bakari, fótbóltsentusiastur um ein háls, boksari og billardspælari soleiðis sum okkara góði teknari Óli P sá hann í 1988. Nú hongur hon í billardhølunum í Klaksvíkar Billardfelag. (Mynd Jan Müller)

Sum vera man eru tað eisini spælarar úr Klaksvík, sum hava vunnið kappingina oftast. Ein av veteranunum, Kristian Sune Høgnesen hevur fingið sítt navn í steypið heilar átta ferðir. Tað kann ikki vinnast til ognar men fer at hoyra heima í Klaksvík fyri altíð. Hinvegin er tað ein tann størsti heiðurin tú kann fáa sum føroyskur billardspælari at fáa sítt navn inngraverað í Haldor Holm steypið.

Og tað kann nýggjasti vinnarin, Urbanus Olsen verða errin av. Hann vann eisini kappingina í 2022. Hesaferð vann hann á mest vinnandi spælaranum í kappingini, Kristian Suna Høgnesen. Her stóð slagið eisini millum tveir av teimum frægastu spælarunum í billardinum seinastu árini. Og hyggja vit eftir úrslitinum í fjør so vóru tað júst somu spælarar, sum vóru í finaluni. Tá varð raðfylgjan øvugt við gullinum til Kristian Suna.

Hesaferð var um reppið, hvør vann. Spælt varð í sonevndum sjey settum uppá 100 eygu hvørt.  

Urbanus vann fyrsta sett. Men so vann Kristian Sune 3 sett á rað til støðuna  3-1 til Kristian Suna. Hann  førdi 94-0 eygu  í 5.  setti. Men so fekk Urbanus  eina seriu uppá 100 eygu og vann settið. Hann vann eisini 6. sett og so stóð á jøvnum 3-3.  
Men í 7. setti høvdu báðir møguleikan at lukka. Men so komu feilirnir. Endin varð,  at Urbanus  vann tepurt 100-86 og harvið gullið. 

[object Object]Urbanus í "stødinum" við vinnaraborðið. Myndir Jan Müller

[object Object]Tað krevur nógv av dómaranum, tá Kristian Sune fer til borðið.

[object Object]Tað er bara ein spurningur um tíð, til Per av álvara fer at hótta oddaspælararnar.

Bronsuna hesaferð fekk Per Hansen úr Havnar Billardfelag, sum vit skulu hava eyguni eftir komandi árini. Vinnarin av kappingini í 2021, Jógvan Jørgensen úr Havnar Billardfelag var ov stuttur hesaferð, hóast hann vísti framúr gott spæl í fleiri at dystunum. 

[object Object]Jógvan Jørgensen vann Haldor Holm Cup í 2021. Í vikuskiftinum vísti hann framúr gott spæl, hóast hann ikki rakk fremstu plássini - hesaferð.

Eisini í 2024 fór sigurin til til ein klaksvíking, nevniliga Ólav Kjølbro, sum ikki luttók hesaferð. Heldur ikki okkara frægasti spælari seinastu árini Páll Heri Nolsøe var við til kappingina í ár. Halda vit okkum annars til søguna rundan um Haldor Holm Cup, so hevur fuglfirðingurin Jákup Baldvinson vunnið fleiri ferðir, tá hann var virkin. Hann hevur so lagt køina á hillina - fyribils vóna vit. Enn eitt navn í hesi fyri Klaksvíkina so týðandi kapping hevur verið Hallur Joensen, "Country kongurin" sum nú er búsitandi í Danmark. Men hvør veit, kanska eisini hann verður aftur at síggja til komandi kappingar? 

[object Object]Klaksvíkar Klubbi og í dag Klaksvíkar Billardfelag hevur leingi verið við til at halda lív í føroyska billardspælinum m.a. takkað verið entusiasmuni og ahuganum hjá fleiri eldsálunum sum eitt nú skrivaranum í nevndini og kappingarleiðara til Haldor Holm Cup 26,  Karl Martin Samuelsen. (Mynd Jògvan Jørgensen)

[object Object] "The grand old men" í føroyskum billardspæli Jan Müller og Sonhard Johannesen. Mynd Karl Martin Samuelsen.  

Fyrsti vinnarin av Haldor Holm kappingini í 1989, Jan Müller, var eisini við í kappingini í ár men var útsligin í byrjanini av ongum minni enn enn einum veterani í føroyskum billard, Sonhard Johannesen. Teir báðir eru framvegis við í kappingunum. 

Nú Haldor Holm Cup er farið av bakkastokki merkir tað eisini, at hol verður sett á Føroyarmeistarakappingarnar fyri lið og seinni eisini fyri einstaklingar. Við í kappingini í ár eru Havnar Billardfelag, Tvøroyrar Billardfelag, Billardfelag Fuglafjarðar, Klaksvíkar Billardfelag og Runavíkar  Billardfelag. Spælt verður í trimum deildum, og kappingin byrjar í næstum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object](Myndir Jan Müller)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder