Hondbóltur

Pauli Jacobsen dagsins maður í fyrsta landskappingardystinum í Svøríki

Føroyski landsliðsliðformaðurin stóð framúr væl og bjargaði 15 skotum fyri Skövde í javnleiki - sí fleiri av bjargingunum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-04 20:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pauli Jacobsen er nú í svenskum hondbólti, men seinasta mánaðin hevur føroyski landsliðsmálverjin verið skaddur.

24-ára gamli hoyvíkingurin gjørdist tó til reiðar til tíðina áðrenn 2. umfar í landskappingini. Har vitjaï Skövde í gjár hjá Önnereds, sum Kjartan Johansen áür hevur spælt fyri.

IFK Skövde vann í fyrsta umfari 36-35 á Karlskrona, har Leivur Mortensen og Tróndur Mikkelsen spæla. Leygardagin fekk liðið hjá Paula Jacobsen 29-29 javnleik.

Og tað var í stóran mun føroyinginum at takka. Pauli Jacobsen bjargaði 15 skotum, sum svarar til 34 prosent í bjargingarprosenti. Millum annað tók nummar 16 tvey brotskøst.

Sí video omanfyri, har IFK Skövde hevur savnað nógvar av bjargingunum hjá føroyska landsliðmálverjanum - fleiri teirra vóru stórar

[object Object]
Pauli Jacobsen undan fyrsta landskappingardystinum fyri IFK Skövde (Mynd: IFK Skövde Handboll)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder