Pauli Poulsen gjørdist leygardagin nummar átta í EM í tíðarsúkkling í aldursbólkinum 50–54 ár. Úrslitið gav honum HM-kvalifikatión, og sunnudagin varð hann eisini skrásettur á fyribils kvalifikatiónslistanum fyri langtein, skrivar Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon.
Pauli var um vikuskiftið til Tre Valli Varesine í norðuritalska býnum Varese. Í tíðarsúkklingini leygardagin kom hann á mál við tíðini 29 minuttir og 48,77 sekund. Miðalferðin var 44,28 kilometrar um tíman.
Eitt av málunum hjá Paula hevur verið at kvalifisera seg til HM í tíðarsúkkling í Gran Fondo í 2027. Við úrslitinum í Varese rakk hann hesum málinum. Heimsmeistarakappingin verður í Haute-Savoie í Fraklandi í august næsta ár.
Sunnudagin stillaði Pauli upp í langteinskappingini, og eisini har eydnaðist honum at súkkla seg til eitt úrslit, sum sambært fyribils kvalifikatiónslistanum hjá fyriskiparunum gevur atgongd til HM.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald