Astana, Kasakstan (Portalurin): - Hatta er einasta orðið, eg dugi á kasakiskum, so eg haldi fram á enskum.
Soleiðis helt Jóannes Bjartalíð fyri, tá hann tók orðið á tíðindafundinum á Astana Arena seinnapartin føroyska tíð. Klaksvíkingurin spælir dagliga við FC Qyzyljar í bestu deildini í Kasakstan og heilsaði á kasakiskum. Jóannes tosar annars ikki lokala málið, men staðfestir at tað er heldur stuttligt og serligt, at hann í morgin skal spæla landsdyst her.
Um bólkin, har Slovakia og Moldova eisini eru, segði Jóannes, at hetta er ein tættur bólkur. Av mótstøðuliðunum kennir hann best júst Kasakstan:
- Eg veit sjálvandi eitt sindur um teirra lið og teirra hugburð. Hann er kanska eitt sindur sum okkara; teiir eru væl skipaðir og arbeiða hart, sigur Jóannes Bjartalíð, sum hevur spælt á hesum leikvøllinum nakrar ferðir áður.
Jóannes Bjartalíð á Astana Arena, har hann í ár hevur spælt fýra dystir fyri felag sítt í Kasaksan (Mynd: Sverri Egholm)
Videosamrøða við Jóannes Bjartalíð verður tøk á Portalinum um eina løtu
- Skulu vinna í morgin fyri veruliga at vera nøgdir
Fleiri lokalir miðlar vóru á staðnum, og ein teirra spurdi um føroysku framgongdina seinastu árini. Serliga hví tað eydnaðist so væl í HM-undankappingini í fjør, har Føroyar vunnu 12 stig og millum annað á Kekkia.
- Vit hava samantvinna fótbóltin og tað, sum býr í okkara mentan og í okkum sum menniskjum - føroyingum. Millum annað tað at arbeiða gróthart og ímóti oddsunum. Vit síggja eisini, at fleiri spælarar fara uttanlands at spæla og flyta til á hægri stigi uttan, og hetta hjálpir sjálvandi, staðfestir Eyðun Klakstein.
Framanundan hevði føroyski landsliðsvenjarin staðfest, at Føroyar og Kasakstan hava tað til felags, at tey ikki hava vunnið nakran dyst enn og nú fara eftir sigrinum í seinasta dystinum í langa landsliðsvindeyganum. Talan verður aftur um tættan dyst, væntar Eyðun Klakstein:
- Hesin dysturin kann avgerðast við smálutum, hepni ella einsæris dygdum. Vit vita tað verður torført her, men vit fara eftir møguleikanum.
Portalurin spurdi landsliðsvenjaran um ikkiat tað er neyðugt at vinna í morgin fyri at veruliga vera nøgdir við fyrstu fýra umførini í Nations League. Hetta eftir tríggjar 1-1 javnleikir.
- Jú, um vit veruliga skulu enda væl og vera nøgdir við landsliðsvindeygað, so skulu vit vinna í morgin. Og eisini um vit skulu hava nakran møguleika at vinna bólkin. Men sum støðan í bólkinum er, kann eitt stig eisini vera fínt her, heldur landsliðsvenjarin.
Alment hava fleiri landsliðsspælarar sagt, at man í minsta lagi fer eftir 2. plássinum í hesum bólkinum við fýra liðum. Um tað eydnast, skulu Føroyar í mars 2027 spæla um uppflyting til næstovastu Nations League-deildina. Um Føroyar tapa týsdagin, liggur liðið aftast undan teimum báðum seinastu dystunum, sum eru á skránni í november.
Nations League deild C, bólkur 3
Støðan eftir trý umfør:
1. Slovakia 7 stig
2. Moldova 4 stig
---------------------
3. Føroyar 3 stig
----------------------
4. Kasakstan 1 stig
Í morgin, týsdagin 6. oktober
15.00: Kasakstan - Føroyar
19.45: Moldova - Slovakia
Eyðun Klakstein: Kanska truplasta ferðaskráin - hugsavna okkum tó ikki um slíkt
Føroyski landsliðsvenjarin fekk eisini ein heldur øðrvísi spurning frá kasakiskum miðlamanni, sum er stinnur í enskum. Hetta um keðiligu føroysku ferða- og dystarskránna: Føroyar - Moldova - Føroyar - Keypmannahavn - Kasakstan. Og fýra dagar innan ellivu dagar.
- Øll londini í Evropa stríðast við hetta nú: Tættar dystir og troyttar spælarar. Føroyar hava kanska keðiligastu skránna, í mun til ferðing í hesum landsliðsvindeyganum. Men vit eru væl fyrireikaðir og hugsa ikki so nógv um tað. Heldur hugsavna vit okkum um sjálvar dystirnar og at vera til reiðar til teir. Og tað er einki í øðrvísi til í morgin, staðfestir Eyðun Klakstein.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald