Fótbóltur

Myndir: Seinkað føroysk venjing á stóra leikvøllinum í fjarskotna landinum

40 minuttir seinni enn ætlað sluppu føroyingar í gongd - ein sultanur og bussførari órógvaðu. Týsdagin klokkan 15 spæla Føroyar og Kasakstan undir taki og á graslíki á Astana Arena.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-05 17:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Astana, Kasakstan (Portalurin): - Bussurin við meginpartin av føroyska manslandsliðnum í fótbólti og toymi mundi ikki komið fram.

Grundgevingin var ein vitjan hjá omanska sultaninum, sum gav ferðsluórógv mitt í kasakiska høvuðsstaðnum.

Talan var eisini um ein bussførara, sum ikki dugdi nakað nevnivert av enskum, og føroyingar vórðu útvið ein tíma seinkaðir til leikvøllin.

Venjing byrjaði beint eftir 19.40 lokala tíð, heldur enn 19, sum ætlanin var. Men tað eydnaðist at koma á graslíki á Astana Arena, har roknað verður við eini 10.000 áskoðarum í morgin.

Tað er annars plás fyrri 30.000 áskoðarum á kasakiska tjóðarleikvøllinum. Liðið hevur júst tapt fyri Moldova.

Tað er kølið í Kasakstan, men tak er yvir leikvøllin, sum í sniði kundi mint um svenska tjóðarleikvøllin í Stokkhólmi.

Sí mynir frá fyrsta partinum av føroysku venjingini, har allir 23 luttóku, niðanfyri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder