Fótbóltur

U21-landsliðið endar flottu undankappingina móti Íslandi í kvøld

FM1 sigur frá dystinum millum Føroyar og Ísland, sum byrjar á Tórsvølli klokkan 18. Føroyar hava einki at spæla fyri, meðan Ísland framvegis kann røkka EM-endaspælinumn.

Í stigum hava Føroyar ikki havt eina so góða undankapping áður. Áðrenn dystin móti Luksemborg við Djúpumýru í síðstu viku, høvdu Føroyar framvegis møguleika at enda á øðrum plássinum og harvið røkka røkk-støkk dysti um EM-pláss (Mynd: FSF/Jóhanna Thomsen)

Í stigum hava Føroyar ikki havt eina so góða undankapping áður. Áðrenn dystin móti Luksemborg við Djúpumýru í síðstu viku, høvdu Føroyar framvegis møguleika at enda á øðrum plássinum og harvið røkka røkk-støkk dysti um EM-pláss (Mynd: FSF/Jóhanna Thomsen)

2026-10-06 12:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

10. og seinasta umfar í undankappingini til U21-endaspælið í 2027 er á skránni í kvøld.

Í stigum hava Føroyar ikki havt eina so góða undankapping áður. Áðrenn dystin móti Luksemborg við Djúpumýru í síðstu viku, høvdu Føroyar framvegis møguleika at enda á øðrum plássinum og harvið røkka røkk-støkk dysti um EM-pláss. Men tað endaði 0-1.

Sí eisini: U21-landsliðið hevur sett met og vunnið helmingin av sínum dystum

Harvið hava Føroyar einki at spæla fyri, meðan Ísland framvegis kann røkka EM-endaspælinum. Íslendingar spældu javnleik móti franska oddaliðnum, vunnu stórt á Sveis í síðstu viku og eru tvey stig frá Sveis 2. plássinum í bólkinum. Tað gevur atgongd til røkkstøkk dystir um EM-pláss.

Um Ísland vinnur á Tórsvølli, og um Sveis samstundis ikki vinnur á Frakalandi, endar Ísland nummar tvey.

Føroyar hava hinvegin einki ítøkiligt at spæla fyri. Ein sigur við átta málum er neyðugur fyri at yvirhála Ísland á 3. plássi. Tó verður sjálvandi farið eftir at enda væl.

Av teimum við U21-aldri eru til dømis teir, sum eru A-landsliðnum ikki tøkir: Áki Samuelsen, Mattias Hellisdal og Aron Benjaminsen

Føroyar spæla móti Ísland klokkan 18.00, og Brynjar Jacobsen Poulsen sigur frá á FM1. Til ber eisini at fylgja gongdini á Portalinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder