- Eg eri ótrúliga takksamur og eyðmjúkur fyri mína vælsignaðu fótbóltsyrkisleið. Ein rúgva av upp og niðurtúrum, sum eg nú næstu tíðina fari at reflektera um og hugsa aftur á. Hetta hevur ikki verið ein avgerð eg vildi taka, men ein, sum eg havi verið noyddur at tikið. Eftir stóra skaðan í 2022, havi eg verið merktur av afturvendandi avbjóðingum við knænum og eftir skurðviðgerðir, sproytir og pínustillandi, so er gerandisdagurin nú merktur av konstantari pínu. Tó skal viðmerkjast, at eg iðri meg á ongan hátt. Fólkini rundan um meg eiga nógv rós uppiborðið. Ikki hevur tað altíð verið lætt.
Soleiðis sigur Hallur Hansson í dag, í sambandi við at hann steðgar sum fótbóltsspælari. Tað er heimasíðan hjá KÍ, sum Hallur hevur verið knýttur at síðani apríl 2023, sum ber tíðindini og skrivar um avgerðina.
Eina avgerð, sum 34-ára gamli Hallur Hansson kennir seg noyddan at taka. Hett kemst av, at stríðsmaðurin og ein av teimum við flest landsdystum fyri Føroyar, hevur verið nógv darvaður av skaðum seinastu árini.
Hallur Hansson sleit krossbandið í september 2022, tá hann spældi fyri íslendska KR Reykjavík. Í tíðini í KÍ hevur tað verið upp og niður, tí undantikið 2025 hevur Hallur Hansson sitið eina rúgvu av dystum uttanfyri vegna afturvendandi trupulleikar í knænum.
Hann takkar teimum í KÍ fyri tíðina og tey í KÍ takka Halli, sum hevur verið við at spælt KÍ víðari fleiri ferðir í Evropa, millum annað spælt bólkaspæl, og lyft trý steyp. Serliga hevði Hallur Hansson sín leiklut í greipuni í fjør.
![]()
Hallur Hansson lyftir FM-steypið fyri aðru ferð í KÍ-tíðini - miðvallrarin spældi nógv í fjør (Mynd: Jens Kr.Vang)
Hallur Hansson var sum ungur í Aberdeen og royndi seg saman við Gilla Rólnadsson Sørensen. Hann var í donskum fótbólti í sjey ár - størsta partin í AC Horsens sum profilur og liðformaður eitt tíðarskeið eisini.
Miðvallarin hevur spælt við HB í fleiri ár sum yngri. Í 2014 var hann í Víkingi, avgjørdi steypafinaluna og var við at fáa liðið víðari tvær ferðir í Evropa League - nakað óvanligt tá.
Hallur Hansson spældi 76 A-landsdystir og skeyt fimm mál. Hann var millum annað ógvuloiga eyðsýndur í góða tíðarskeiðnum undir Lars Olsen og eitt av málunum var í heimasigrinum móti Grikkalandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald