Astana, Kasakstan (Portalurin): Tað var ein venjari, sum irðaði seg - men samstundis ein errin Eyðun Klakstien, sum vit fingu orðið á stutt eftir 2-2 dystin.
Hann staðfestir, at dysturin av álvara broytti skap eftir útvísingina hjá Martini Agnarsson í 65. minutti, men at vongverjin "bara fer at verða uppaftur betri", og at Føroyar serliga ikki burdi latið 2-2 málið inn. Hetta var annars fyrsta reyða kortið í langa tíð hjá Føroyum.
Les eisini: Klassa avrik í ein lítlan tíma - persónlig mistøk kostaðu í Kasakstan
Venjarin rósar spælarunum, og kallar tað ein "kongainnsats" hjá fleiri, sum bara fara inn og loysa uppgávuna. Samanlagt burdi tað rokkið til eini tveir sigrar heldur enn fýra javnleikir heldur Eyðun Klakstein - í tí hann kallar einum "ómenniskjaligari skrá hjá UEFA, sum burdi verið forboðin".
Føroyski venjarin finnur tó ugga í, at tað er so tætt í stríðnum um 2. plássið, og at tað framvegis væl er møguligt, at alt kann avgerðast í heimadysti móti Moldova 16. november.
Hoyr alla samrøðuna ovast
Video: Skuldi verið meira enn 2-0 tá vit fáa reytt
----------------------------------------------------
Nations League deild C, bólkur 3
4. umfar - týsdagin 6. oktober
1. Slovakia 7 stig *
----------------------
2. Føroyar 4 stig
---------------------
3. Moldova 4 stig *
4. Kasakstan 2 stig
* Ein dyst færri
Í dag, týsdagin 6. oktober
Kasakstan - Føroyar 2-2 (0-1)
23' Petur Knudsen (Jóannes Bjartalíð) 0-1
63' Geza David Turi 0-2
68' Sergei Malyy 1-2
76' Nuraly Alip 2-2
Reyð kort:
Martin Agnarsson (65') - seinna gula
Sergei Malyy (85') - beinleiðis reytt kort
Myndir: Frá dreymi til marru - til enn ein javnleik
19.45: Moldova - Slovakia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald