Landsliðsvenjararnir hjá hondbóltslandsliðnum við monnum, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava í dag kunngjørt hóparnar til komandi uppgávurnar hjá landsliðnum.
Tveir dystir í nýggju EM-undankappingini eru á skránni í næstum. Føroyar møta Kosovo á heimavølli við Tjarnir 4. november og Montenegro á útivølli fýra dagar seinni.
Onki óvæntað er við úttøkuni. Tó er Pauli Høj fyrrverandi Neistaspælari, sum nú spælir í Bergsøy í Noregi komin inn sum vinstri vongur fyri Róa Berg Hansen, sum er givin á landsliðnum:
Málverjar:
Pauli Jacobsen, IFK Skövde HK (SWE)
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen (SUI)
Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, Århus Hånbold (DEN)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Pauli Mittún, HC København (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)
Strikur:
Teis Horn Rasmussen, TTH Holstebro (DEN)
Ísak Vedelsbøl, HØJ (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, H71 (FAR)
Vengur:
Pauli Høj, Bergsøy (NOR)
Leivur Mortensen, HF Karlskrona (SWE)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)
Atgongumerki til heimadystin 4. november móti Kosovo fáast til keyps á Tjarnir.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald