Síðsta vikuskifti vunnu Neistin og H71 báðar sínar dystir og spældu seg harvið víðari til 3. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin hjá EHF.
Summar uppgerðir í 2. umfari eru ikki spælar enn, og hetta vikuskiftið skal VÍF royna at gera hinum føroysku umboðunum í kappingini hjá kvinnum kynstrið eftir.
Les eisini:
European Cup: H71 og Neistin vunnu aftur í kvøld og eru víðari
Eins og hjá teimum verða báðir dystir spældir í sama landi; eins og hjá Neistanum verða báðir dystirnir spældir í Kosovo.
Neistin vann samanlagt við seks málum á KHF Samdrexha. VÍF skal spæla móti Ferizaj, sum er úr somu deild.
Harvið man metast, at føroyska liðið í øllum førum hevur ein fínan møguleika.
VÍF-ferðalagið fór úr Føroyum mikudagin og hevur nú fyrireikað seg í Kosovo. Fyrri dysturin verður spældur í kvøld, fríggjadag klokkan 19.00 føroyska tíð. Seinni dysturin verður sunnudagin 11. oktober klokkan 16.
![]()
AVA Photography
Til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum. Leinkja til stroyming verður á Facebook-vanganum hjá Vestmanna Ítróttafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald