Fótbóltur

Eftir langan landsliðssteðg: Endaspurturin í Meistaradeildini fer í gongd

Hetta leygarkvøldið tá EB/Streymur endaliga kann vissa sæti í deildini næsta ár - sigur í Sørvági skal til. Sunnudagin eru fýra dystir, har FM-stríðið, tað evropeiska og botnbrakið eru á breddanum. FM1 sigur frá fýra dystum.

KÍ skal vinna fyri halda taktina við NSÍ - HB kann enn blanda seg í FM-stríðið, men tað snýr seg fyrst og fremst um at tryggja Evropa. Liðini spæla í Gundadali klokkan 15 sunnudagin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

KÍ skal vinna fyri halda taktina við NSÍ - HB kann enn blanda seg í FM-stríðið, men tað snýr seg fyrst og fremst um at tryggja Evropa. Liðini spæla í Gundadali klokkan 15 sunnudagin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-09 15:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landskappingarfótbóltur hjá monnum hevur ligið stillur í tríggjar vikur, tá 07 Vestur og EB/Streymur fara á vøllin í Sørvági í annaðkvøld.

Har hevur 07 Vestur, sum er undir strikuni, harðliga tørv á stigum. EB/Streymur kann við sigri tryggja enn eitt ár í bestu deildini.

Sunnudagin eru fýra dystir, har klassikari í Gundadali er ein teirra.

Stórur spenningur er allastaðni á stigatalvuni, og FM1 og Portalurin fylgja gongdini. Sí yvirlit niðanfyri.

Leygardagin 10. oktober
18.30: 07 Vestur - EB/Streymur (FM1)

Sunnudagin 11. oktober
15.00: 
HB - KÍ (FM1)
Skála - NSÍ (FM1)

17.15: 
AB - B36 (FM1)
B68 - Víkingur

Tikið verður samanum í 3. hálvleiki á FM1 klokkan 19.30 sunnukvøldið - Fótbóltsskýlið í dag klokkan 17.15 hitar upp til umfarið

Lurta eftir FM1 her

Støðan: 
[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder