Fótbóltur

Vunnu stórt á Andorra

Tær baðar 17-ára gomlu Kára Sigurðsson og Sara Benjaminsen skoraðu ávikavist tvey og eitt mál í sínum fyrsta A-landsliðsdysti.

Sara hjálpir Káru upp - tær spæla dagliga í FC Nordsjælland og vístu sínar stóru dygdir í fyrstu royndini á A-landsliðnum

Sara hjálpir Káru upp - tær spæla dagliga í FC Nordsjælland og vístu sínar stóru dygdir í fyrstu royndini á A-landsliðnum

2026-10-09 18:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

A-landsliðið við kvinnum er í hesum døgum á venjingarlegu í Andorra, har tveir venjingardystir eisini eru á skránni.

Tann fyrri varð spældur á middegi í dag, og úrslitið gjørdist ein sannførandi 5-0 sigur til Føroyar. Í hálvleikinum vóru okkara kvinnur á odda við einum.

Jensa Tórolvsdóttir byrjaði málveitsluna í 21. minutti, og í seinna hálvleiki vóru tað Anna Brændstrup, Sara Benjaminsen og Kára Sigurðsson, ið skoraði tvey, sum stóða fyri málunum.

– Vit eru sjálvandi væl nøgd við dystin og úrslitið. Gott at síggja at vit megna at stýra dystargongdini, og fáa vant okkara spæl við bóltinum. Okkurt riggaði væl, okkurt annað minni væl, men soleiðis er altíð.

– Harafturat er tað gleðiligt at vit fáa brúkt allar 18 útileikararnar, harav fýra debutantar, í dag – og sjálvandi stuttligt at tveir av teimum eisini skjóta mál. Nú gleða vit okkum at arbeiða víðari fram ímóti komandi dysti, sigur venjarin, Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Seinni dysturin á venjingarleguni í Andorra verður mánadagin klokkan 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder