Fótbóltur

Klassikari og stríð í øllum pørtum á stigatalvuni

Fýra dystir í 24. umfari í Meistaradeildini verða spældir seinnapartin og í kvøld. Til ber at fylgja gongdini í øllum ovast á Portalinum - FM1 sigur frá trimum dystum, og tikið verður samanum í 3. hálvleiki klokkan 19.30.

KÍ og HB spæla ógvuliga týðandi dyst í Gundadali. KÍ rennur aftaá NSÍ - hjá HB er tað seinasta FM-útkallið; stig gera tó í øllum førum stóran mun í stríðnum um evropeiskt pláss (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ og HB spæla ógvuliga týðandi dyst í Gundadali. KÍ rennur aftaá NSÍ - hjá HB er tað seinasta FM-útkallið; stig gera tó í øllum førum stóran mun í stríðnum um evropeiskt pláss (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-11 11:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir byrja klokkan 15 og tveir klokkan 17.15. Allir kunnu fáa stóran týdning á ymsan hátt í endaspurtinum. 

Fyrst er serliga FM-stríðið á breddanum, tá KÍ vitjar HB, og NSÍ er á Skála. Vinnur HB kann liðið enn vera í meistarastríðnum - annars stendur tað millum verandi føroyameistarar og NSÍ. Skála spælir framvegis fyri lívinum hvørja ferð. Støða teirra gjørdist meira vandamikil eftir sigurin hjá 07 Vestur á EB/Streymi í gjár.

Hetta ávirkar eisini AB, sum als ikki er trygt. So nógv er uppá spæl á Argjum tíðliga í kvøld: B36 skal eisini vinna fyri veruliga at halda lív í evropeisku vónini; næstan líkamikið hvat tað endar hjá HB í Gundadali.

Víkingur hevur longu tryggjað Conference League-pláss við steypafinalusigrinum.B68 skal vinna á Víkingi í dag fyri at hava veruleikakendan møguleika at halda sær uppi.

Til ber at fylgja gongdini í øllum ovast á Portalinum - FM1 sigur frá trimum dystum, og tikið verður samanum í 3. hálvleiki klokkan 19.30

Meistaradeildin 24. umfar
Í dag, sunnudagin 11. oktober

15.00: 
HB - KÍ (FM1)
Skála - NSÍ (FM1)

Fótbóltsskýlið: Skála í lyklaleikluti

17.15: 
AB - B36 (FM1)
B68 - Víkingur

Tikið verður samanum í 3. hálvleiki á FM1 klokkan 19.30 sunnukvøldið - til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á Portalinum



[object Object]

Í gjár, leygardagin 10. oktober
07 Vestur - EB/Streymur 3-0 (1-0)
30' Høgni Egilstoft Nielsen 1-0
48' Jasper van der Heyden 2-0
58' Casper Gedsted Hansen 3-0

Meira um dystin her

Les eisini: 07 Vestur syfti EB/Streym - fýra stig frá 9. plássi til 6. pláss

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder