Trý føroysk lið byrjaðu í 2. umfari í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin fyri lið. Øll trý liðini spældu seg víðari.
Neistin og VÍF vunnu greitt, serliga VÍF, á liðum úr Kosovo í Kosovo. H71 avgreiddi arbeiðið væl við heimasigrum á liði úr Luksemborg.
Í morgin, mikudagin 14. oktober, verður greitt, hvørjum føroysku feløgini skulu spæla ímóti í 3. umfari. Væntast má, at mótsstøðan harðnar.
Neistin og VÍF eru í potti 1, meðan H71 er í potti 2. Yvirlit sæst niðast.
Lutakastið verður í Wien klokkan 10 føroyska tíð. Til ber at fylgja við Á Youtube-rásini hjá EHF
Pottur 1:
MADx WAT Atzgersdorf (AUT)
RK Hadzici (BIH)
Neistin (FAR)
VÍF (FAR)
O.F.N. Ionias (GRE)
Haukar (ISL)
Handball Erice SSD ARL (ITA)
WHC Cair Skopje (MKD)
JuRo Unirek VZV (NED)
Westfriesland SEW (NED)
Madeira Andebol SAD (POR)
ZRK Mlinotest Ajdovscina (SLO)
ZORK Bor (SRB)
MSK IUVENTA Michalovce (SVK)
Armada Praxis Yalikavaspor (TUR)
HC Galychanka (UKR)
Pottur 2
Kur (AZE)
HB Sint-Truiden (BEL)
HC Byala (BUL)
H71 (FAR)
Anagennisi Artas (GRE)
Bnot-Herzliya H.C (ISR)
Maccabi Haarazim Ramat Gan (ISR)
SSV Brixen Südtirol (ITA)
CASCADA - HC Garliava SC (LTU)
RK "Levalea 2010" Nikšic (MNE)
Zwartwoud Kwiek (NED)
Clube Jovem Almeida Garrett (POR)
RK Ruma (SRB)
LK Zug Handball (SUI)
HC DAC Dunajská Streda (SVK)
HK Slovan Duslo Sala (SVK)
Dystirnir í 3. umfari í European Cup verða spældir 7. - 8. og 14. – 15 november. Tað er tó ein møguleikig fyri, at dystirnir, sum á pappírinum eru ein úti og ein heima, veðraslignir saman til eitt stað sama vikuskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald