Fótbóltur

Video: Varpa ljós á at koyra saman til dystir

- Tað gevur nakað annað, eru venjarar og spælarar samd um.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-13 20:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu árini er tað vorðið alsamt meira vanligt, at børn koma til fótbóltsdystir á útivølli ein og ein - í hvør sínum bili við foreldrum ella øðrum familjulimum. Hetta nú fjarstøðan er styttri hjá fleiri og tíðirnar broyttar.

Men í løtuni hevur Fótbóltssamband Føroya eitt átak, sum eitur "Koyr Saman".

Her verður dentur lagdur á, at ungu fótbóltsspælararnir ferðast saman til dystir - eins og vanligt hevur verið.

Hetta eru millum annað AB  og Skála partur av, og í videobroti greiða venjarar, og eisini børn frá, hvussu hetta gevur nakað annað - til samanhaldið og upplivingina at spæla fótbólt.

Telefonir verða lagdar burtur, prátið gongur og so framvegis.

Sí video ovast ella  á Youtube-síðuni hjá FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder