Annað

Føroyskur dómari dømdi seyðahundakapping í Danmark

Føroyskir seyðahundadómarar eru javnan bodnir uttanlands at døma seyðahundakappingar, og hesa ferð var tað Elmar Reinert Fjallheim, sum varð boðin til Danmarkar at døma eina kvalifikatiónskapping hjá danska seyðahundafelagnum.

Elmar Reinert Fjallheim sæst uttast til høgru (Mynd: Seyðahundasamband Føroya)

Elmar Reinert Fjallheim sæst uttast til høgru (Mynd: Seyðahundasamband Føroya)

2026-10-14 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyskir seyðahundadómarar eru javnan bodnir til grannalond okkara at døma seyðahundakappingar, og seinasta vikuskifti hendi tað aftur.

Hesa ferð var tað Elmar Reinert Fjallheim, sum varð boðin til Danmarkar at døma eina kvalifikatiónskapping hjá danska seyðahundafelagnum.

– At danska seyðahundaumhvørvið aftur vendir sær til ein føroyskan dómara, vísir, at føroyskir dómarar hava eitt gott umdømi og verða mettir at hava førleikar til at døma kappingar á høgum støði, skrivar Seyðahundasamband Føroya.

– Hetta er ein viðurkenning av tí fakliga førleika og teimum royndum, sum føroyska seyðahundaumhvørvið hevur bygt upp gjøgnum árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder