Fótbóltur

Video: Bjarni undirhelt í sigri móti ungarskum liði

Skálamaðurin hevði stóran leiklut í týðandi European League-sigrinum hjá Vali: Sjey mál, nógv upplegg og flottir smálutir - fleiri slík hjá Í Selvindi hjá síggjast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-14 12:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

3. umfar í bólkaspælinum í European League hjá monnum varð spælt í gjár, týsdagin 13. oktober. Trý føroyingafelag vóru í eldinum.

Tað gekst ikki hjá donsku feløgunum, sum Teis Horn Rasmussen og Magnus Árason spæla fyri: Teis skoraði uppá báðar sínar skotroyndir í Spania, men TTH Holstebro lat 38 mál inn móti Torrelavega. Hetta var fyrsta tappið hjá TTH í kappingini, og liggur liðið framvegis til at koma víðari.

Mors-Thy, har Magnus Árason spælir, tapti á heimavølli móti oddaliðnum í bólki H, Grosist Slovan. Ístaðin kom Valur á 2. pláss í bólkinum.

Íslendsku meistararnir vunnu góðan heimasigur móti Tatabanya, sum ikki er á sama stigi sum ungarsku stórfeløgini Pick Szeged og Vezsprem, men vanliga endar beint undir teimum.

Bjarni í Selvindi vísti í løtum stórspæl. Bakkurin av Skála skeyt 7 mál, næstflest hjá Vali, og hevði nógv upplegg. 24-ára gamli føroyski landsliðsspælarin tók nógv uppmerksimi, og flottar detaljur vóru í tingunum. 

Nakað av hesum sæst í almenna samandráttinum ovast ella á Youtube

Har sæst Allan Norðberg brenna ein møguleika, og tað hilnaðist ikki so væl við skotunum hjá strandinginum.

Men Valur vann 38-34 og hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. Kappingin verður tikin upp aftur um ein stóran mánaða - stutt eftir landsliðssteðgin har Teis, Allan og Bjarni skulu spæla fyrstu EM-undankappingardystirnar fyri Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder