Strandferðslan hevur avlýst flestu leiðir í dag orsakað av vánaliga veðrinum, og nú er greitt at hondbóltsdysturin millum Neistan og Stjørnuna, sum skuldi vera klokkan 20, ikki verður spældur.
Dysturin skuldi eftir ætlan spælast á Hálsi í Havn, men tað er ringt veður at koyra millum bygda, so tað verður ikki mett ráðiligt at spæla dystin.
Men tað merkir ikki, at eingin hondbóltur verður í kvøld. Klokkan 18 taka kyndilskvinnur ímóti hoyvíkskvinnum í Høllini á Hálsi.
Dysturin sæst á Portal Play við haldi og til ber eisini at keypa atgongd til einstakan dyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald