Formaðurin í Dartsambandi Føroya, Petur Bláberg er nú valdur í nevndina í European Darts Council.
Í sambandi við Europe Cup um mánaðarskiftið september-oktober var eisini nógv fundarvirksemi Við Tjarnir. Ein av hesum fundum var aðalfundurin hjá European Darts Council, sum verður hildin annaðhvørt ár, samstundis sum Europe Cup er á skránni, og í hesum sambandi varð eisini nevndarval á skránni, skrivar Dartsamband Føroya.
European Darts Council er regionalt umboðsráð undir World Darts Federation og arbeiðir við evropiskum viðurskiftum, m.a. tekur EDC avgerð um, hvar europiskar meistarakappingar verða hildnar, bæði hjá vaksnum og unglingum. Ráðið arbeiðir eisini við at fáa samsvar í regluverkini hjá europisku dartsambondunum og at styrkja og kveikja samstarvið millum europiskum sambondini.
Petur Bláberg hevði fingið fleiri áheitanir um at stilla upp til nevndarvalið hesa ferð, og hann varð valdur inn í nevndina við 19 av 23 møguligum atkvøðum. Petur er sostatt limur í European Darts Council komandi tvey árini, skrivar Dartsambandið.
Nýggja nevndin í European Darts Council. Frá vinstru: Zanis Buklovskis (Lettland), Dietmar Shuhmann (Eysturríki), Camilla Rehnlund (Svøríki), Mikkel Skovlund (Danmark), Roderick Zammit (Malta), Petur Bláberg (Føroyar), Simone Micolini (Italia). (Mynd: Dartsamband Føroya/Facebook)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald