Hondbóltur

Aftur evropeiskur hondbóltur í Hoyvík um vikuskiftið - og á Portal Play

Fyrri dystirin millum H71 og MRK Trogir úr Kroatia verður spældur leygardagin. Dysturin verður spældur í Hoyvíkshøllini kl 18 og kann eisini stroymast á Portal Play fyri eitt gjald.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-15 10:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Menninir hjá H71 skulu um vikuskiftið spæla fyrra dystin í øðrum umfari í European Cup ímóti kroatiska MRK Trogir.

Dysturin verður spældur leygarkvøldið klokkan 18 og liggur ikki fyri at fara í Hoyvíkshøllina at hyggja, so ber til at síggja dystin á Portal Play.

Tí saman við H71 vísir nýggja stroymingartænastan dystin og til ber hjá øllum at keypa sær atgongd til dystin fyri 79 krónur.

Sjúrður Hildarson Hoydal verður frásøgumaður.

MRK Trogir var liðið sum sló VÍF út í fyrsta umfari, og tískil verður spennandi hvussu oddaliðið í føroysku deildini H71 fer at klára seg ímóti kroatum.

Til ber longu nú at tryggja sær atgongd til dystin. Vitja Portal Play her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder