Fótbóltur

Norsk feløg góvu teimum týsku kalda móttøku

Bayern München megnaði bert at spæla javnleik í Stavanger, og Bodø/Glimt vann á Dortmund í 2. umfari í Champions Leauge-deildarspælinum.

Bodø/Glimt stóð fyri enn einum stórum evropeiskum úrsliti (Mynd: Ntb/Reuters/Ritzau Scanpix)

Bodø/Glimt stóð fyri enn einum stórum evropeiskum úrsliti (Mynd: Ntb/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-10-15 15:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2. umfar í Champions League-deildarspælinum varð spælt týsdagin og mikudagin. Talan er um eina rúgvu av dystum, sum í sær sjálvum ikki hava risatýdning, tá tað er nóg mikið at enda í topp-24 fyri at hava møguleika at koma víðari.

Fyrimunurin við at enda í topp-átta av teimum 36 er tó hann, at so sleppur liðið undan einum røkk-støkk umfari eftir deildarspælið; eyka áttandapartsfinalum.

Niggju lið hava fult stigatal eftir tvey umfør: PSG, Barcelona, Aston Villa, Stuttgart, Liverpool, Sporting CP, Arsenal Real Madrid og Real Betis. 

PSG vann í gjár 4-2 í Manchester móti felagnum, sum er so nógv í andglettinum fyri tíðina. Erling Haaland kom uppum 60 Champions League mál, í dysti nummar 60 í kappingini, men tað var 3-0 til tvífaldu vinnararnar eftir bert 31 minuttir, og útiliðið vann eftir væl gjøgnumførdan dyst.

Týsk stórfeløg í stórum trupulleikum í Noreg

Norskur fótbóltur hevur vunnið seg fram aftur seinastu árini. Í felagsfótbólti hevur Bodø/Glimt verið falggskipið: Fyrst í Conference League, síðani Europa League (hálvfinala í 2025) og síðani við áttandapartsfinalu í Champions League fyrr í ár. Á vegnum vann Glimt á Manchester City, Atletico Madrid og Inter.

Vegurin víðari úr deildarspælinum 2025/2026 byrjaði tó við týðandi javnleiki í Dortmund. Fyrstu stigini í hesum deildarspælinum komu til høldar við 1-0 sigri á heimavølli móti júst Borussia Dortmund í gjár. Fredrik Sjøvold skoraði einsamalla málið á Aspmyra, har heimaliðið vann uppiborið.

[object Object]
Sjøvold hevur sett bóltin í netið (Mynd: Terje Pedersen/AFP/Ritzau Scanpix)

Í 1. umfari tapti Bodø/Glimt 5-0 í München. Men hetta umfari var øðrvísi. Bayern vitjaði hjá norsku meistarunum, Viking FK, og har var lív í á leikvøllinum í Stavanger.

Longu í 2. minutti kom heimaliðið á odda eftir hornaspark, og stutt fyri hálvleik varð 2-0 eftir gott kontraálop. Eftir steðgin komu Harry Kane og Bayern München fyri seg, og eftir 70 minuttir skoraði Luiz Diaz til 2-3. 

Men bert tríggjar minuttir seinni fekk Micheal Olise eitt óvaniga býtt reytt kort - seinna gula fyri at grýta bóltin í andlitið á Zlakto Tripic hjá Viking - og seint í dystinum revsaði Viking. Herman Hauge skoraði til 3-3 í 90. minutti, og so var stór frøi í Stavanger. Fyrsta Champions League-stigið í hús og hetta móti mæta Bayern München. 

[object Object]
Vikking var á odda, áðrenn tveir minuttir vóru spældir (Mynd: Lise Aserud/AFP/Ritzau Scanpix)

Næsta umfar, 3. umfar, í deildarspælinum er longu á skránni í næstu viku. Tá skal Bodø/Glimt til Napoli, Viking vitjar Aston Villa - PSG spælir í Barcelona.

Støðan sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder