Hondbóltur

Champions League: GOG á odda í bólkinum eftir triðja sigurin á rað

Óli Mittún spældi aftur væl og varð síðani spardur móti svenska Kristianstad - tað endaði 39-30 í svendborg Um Sporting vinnur á Pick Szeged í kvøld, er danska liðið ógvuliga nær við at vera víðari.

2026-10-15 19:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var eingin ivi, tá GOG í kvøld tók ímóti IFK Kristianstad í 4. umfari í Champions League-bólkaspælinum. Svensku meistararnir megnaðu ikki at fylgja við í Svendborg Arena, har tað endaði 39-30

Álopsmaskinan hjá GOG koyrdi sum smurt fyri steðgin: Heimaliðið skoraði 22 mál. Tað var serliga sveisiski Manuel Zehnder, sum stóð fyri málunum í kvøld (11), men Óli Mittún stjórnaði spælinum meistarliga í løtum.

Hann setti ferð á, tók uppmerkksemi, vann nærdystir, trekti útvísingar og hevði fleiri upplegg. Sjálvur skeyt Óli Mittún fýra ferðir - og skoraði eisini fýra ferðir.

Eftir góðar tíggju minuttir í 2. hálvleiki varð ein av bestu spælarunum í donsku deildini í ár tikin út. Spardur, eins og hann varð í dystinum í Svøríki millum liðini í síðstu viku.

Harvið triði Champions League-sigurin á rað hjá GOG, sum í skrivandi stund er á odda í bólki D við seks stigum fyri fýra dystir. 

Sporting CP og Pick Szeged spæla í Lissabon í kvøld. Vinnur heimaliðið, er tað víðari, og so tørvar GOG mest sannlíkt bert eitt stig í tveimum teimum seinastu dystunum - í øllum førum bert ein sigur - fyri eisini at vera víðari.

Vinnur ungarska liðið, verður ógvuliga tætt í oddinum, har tvey lið koma víðari: 6,5 og 5 stig. Dysturin í Lissabon byrjar nú klokkan 19.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder