Talan var um stórt og serstakt kvøld í lítla svenska býnum Hällevik, har Mjällby AIF hoyrir heima. Felagið spældi í kvøld fyrsta deildarspælsdystin higartil.
Hann gekst væl. Svensku meistararnir livdu upp til favorittleiklutin og vunnu 2-0.
Tveir føroyskir landsliðsspælarar høvdu leiklut. Martin Agnarsson er ikki komin flúgvandi í gongd, eftir at Mjällby keypti hann úr Aarhus Fremad, men orkuríki og kviki vongverjin spældi í kvøld 90 minuttir og stóð seg væl.
Áki Samuelsen, sum nú hevur fingið sítt A-landsliðsgjøgnumbrot, kom á vøllin í 62. minutti. Tá var 1-0 og lítla løtu seinni skoraði heimaliðið til 2-0, sum eisini varð endaliga úrslitið.
Harvið góð byrjan hjá Mjällby í deildarspælinum í Conference League, har seks umfør skulu spælast. Næsta uppgávan verður í Georgia móti Iberia 1999.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald