Í síðstu viku vann Skanderborg AGF fyrsta sigur felagsins í einum Champions League-bólkaspæli. Í gjárkvøldið gjørdist talan um fyrsta útisgurin.
Eins og seinast, var talan um sigur móti franska stórfelagnum Montpellier. Og tað var í roynd og veru ein stórsigur: Donsku silvurvinnararnir síðsta kappingarár spældu framúr, millum annað við 7 móti 6, og vunnu 38-30.
Jóhan á Plógv Hansen var toppskjútti í fyrsta Champions League-sigrinum hjá SAH. Royndi havnarmaðurin á høgra vongi var aftur týðandi í Fraklandi: Hann varð javnsettur toppskjútti við seks av málunum og fleiri teirra vóru ógvuliga flott.
Lobb, við skrú úr spískum, og nakað lægri lobb - sí málini hjá nummar 26 eftir 0.45 og 1.40 í almennu hæddarpunktunum ovast. Ella á Youtube-síðuni hjá EHF her
Umframt eitt sannførandi avrik hjá Jóhan á Plógv Hansen, var millum annað Magnus Kjæsgaard Petersen týðandi við 14 bjargingum (40 prosentum)
Eins og GOG, er Skanderborg AGF so at siga víðari til miðumfari í Champions league. Eftir triðja sigurin á rað í kappingini, skulu Óli Mittún og hinir bert brúka eitt stig í tveimum teimum seinastu dystunum tvær tær næstu vikurnar.
Óli Mittún og GOG vunnu trygt á Kristianstad. Síðani vann Sporting á Pick Szeged, so at alt kann avgeraðast í Ungarn 22. oktober.
Sí hæddarpunkt úr Svendborg, har Óli Mittún spældi sannførandi áðrenn hann varð spardur, her:
Sí eisini: Triðji sigurin á rað hjá GOG í Champions League - nærri víðari luttøku
Í Porto greiddu silvurvinnararnir í kappingini seinastu tvey árini uppgávuna væl. Füchse Berlin vann 36-33 og spældi ser harvið víðari í kappingini.
Hákun West av Teigum fekk ikki nógv at arbeiða við á høgra vongi men skoraði uppá eitt av sínum tvey skotum.
Hinvegin hevði Tim Freihöfer hinumegin eina rúgvu: 21 skot og 15 mál hevði vinstri vongurin hjá vinnandi liðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald