Fótbóltur

Havnarfeløgini kappast um seinasta evropeiska plássið

Stríðið gjørdist tættari síðsta vikuskifti, tá HB tapti og B36 vann. Trý stig og sjey mál eru á muni, so B36 skal royna at leggja trýst á áðrenn møguliga finalu á seinasta leikdegi - her er skrá teirra seinastu trý umførini.

Frá 3-0 sigrinum á grannunum 21. juni - í fyrsta dystinum undir Lukaszi Cieslewicz - hevur HB verið betri enn B36. Stríðið teirra millum um Conference League-pláss kann tó fara til mállinjuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Frá 3-0 sigrinum á grannunum 21. juni - í fyrsta dystinum undir Lukaszi Cieslewicz - hevur HB verið betri enn B36. Stríðið teirra millum um Conference League-pláss kann tó fara til mállinjuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-16 10:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Við 3-0 sigrinum hjá KÍ í høvuðsstaðnum sunnudagin gjørdist endaliga greitt, at HB ikki er partur av FM-stríðnum til seinastu umførini.

Sí eisini: NSÍ hevur á pappírinum nakað lættari endaskrá enn KÍ

Tað lat eisini hurðina meira á glopp til B36 í stríðnum um seinasta evropeiska plássið. HB hevði ikki tapt í landskappingini, síðani venjaraskifti mitt í juni. Frá 3-0 sigrinum á grannunum 21. juni - í fyrsta dystinum undir Lukaszi Cieslewicz - hevur HB verið betri. 

Nú standa grannarnir í stríði um "seinasta" Conference League-plássið til næsta ár. NSÍ ella KÍ vinnur FM og kemur í Champions League. Hitt liðið verður tvey'aari og kemur í Conference League. 

Víkingur er longu tryggjað Conference League-pláss og milliónir vegna steypafinalusigurin í september.

Støðan í evropeiska stríðnum í løtuni - Víkingur er úti av líkningini

[object Object]

Harvið snýr tað seg bert um, hvør av HB og B36 endar fremst - um Víkingur kemur frammum bæði, hevur tað einki at siga, í mun til evropeiskt pláss.

Tað liggur til teir í reyðum og svørtum, sum kunnu avgerða alt sjálvir. Skráin hjá liðunum báðum er tó torfør: Móti liðum sum hava alt at spæla fyri í botinum  sunnudagin, móti FM-biðlum í næstseinasta umfari og síðani ein innanhýsis, og møgiliga alt avgerandi uppgerð í 27. umfari.

25. umfar
Sunnudagin 18. oktober
15.00: EB/Streymur - HB 
15.00: B36 - Skála

26. umfar
Sunnudagin 25. oktober 
15.00: B36 - KÍ
19.00: NSÍ - HB *

* Tíðarásetingin kann broytast

Les eisini: Allir dystirnir verða spældir sama dag í seinastu trimum umførunum

27. og seinasta umfar
Leygardagin 31. oktober
15.00: HB - B36

Til tess at dysturin 31. oktober skal hava nógv at siga, skal B36 fáa fleiri stig tvey tey næstu umførini, ella minka nakað um málmunin. Í løtuni eru trý stig og sjey mál á muni millum grannarnar í Gundadali.

B36 hevur eitt sindur betri fyritreytir, tí árstalsfelagið hevur heimavølli næstu umførini, meðan HB verður á útivølli.

Meira um evropeiska stríðið og nógv annað við Bárði Olsen og Andriasi Eriksen í Fótbóltsskýlinum klokkn 17.15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder