Hondbóltur

Til Póllands at spæla móti gomlum ukrainskum kenningi

HC Galychanka Lviv úr Ukraina og H71-kvinnur spæla í Bilgoraj 14. og 15. november.

H71 vann samanlagt ruddiliga móti Dudelange úr Luksemborg. Í triðja umfari er tað ukrainsk mótstøða á skránni (Mynd: Jens Kr. Vang)

H71 vann samanlagt ruddiliga móti Dudelange úr Luksemborg. Í triðja umfari er tað ukrainsk mótstøða á skránni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-16 19:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er greitt, at H71 kvinnurnar spæla báðar dystirnar í triðja umfari í European Cup á útivølli í pólska býnum Bilgoraj.

Dystirnir verða spældir tann 14 og 15 november 2026.

Seinast liðini hittust í hesari kapping fekst ikki semja um at spæla tveir dystir á sama stað og tá endaði europeiska ævintýrið hjá H71 kvinnum brádliga, tí Russland leyp á Ukraina. H71-kvinnur vóru staddar í Pólandi á veg til Ukraina, tá boð komu frá Uttanríkisráðnum í Danmark um, at kríggj var væntað og ikki var mett ráðiligt at fara til Lviv í Ukraina at spæla.

Evropeiska hondbóltsamgongan helt tó ikki, at eitt væntað kríggj var nóg góð umbering fyri ikki at fara til Ukraina, so H71 var dømt at tapa dystin 10-0 og fekk enntá eina bót.

H71 sigur, at samráðingarnar millum partarnar hesaferð hava gingið betur og H71 metir seg at hava fingið eina góða avtalu og hevur tí játtað, at spæla báðar dystirnar í Póllandi.

Les eisini: H71 skal hitta kenda mótstøðu úr Ukraina


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder