Hondbóltur

Video: Eiðiskvinnur góða byrjan uppá heystfagnaðin

Eiðiskvinnur vunnu 22-19 móti Kyndli. Síggj hæddarpunkt frá Portal Play.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-16 20:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eiðiskvinnur settu í kvøld gongd á heystfagnaðin í bygdini við 22-19 sigri móti Kyndli.

Talan var tískil ikki um ein málríkan dyst, og í steðginum var støðan 8-8.

Í seinna hálvleiki var tað EB sum fekk meira burturúr og vann við fýra málum. Nadja Pejovic var toppskjútti hjá heimaliðnum við átta málum, og Bára Krossteig Hansen hjá Kyndli við sjey málum.

Sí hæddarpunkt niðan fyri frá dystinum, sum var sendur á Portal Play. Hetta er ein roynd við hæddarpunktum frá dystunum, sum verða vístir á nýggju stroymingartænastuni.

Allir dystir í Burn deildini, SMS deildini og í Faxe Kondi kappingini hjá monnum og kvinnum síggjast á Portal Play.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder