Tveir EM-undankappingardystir, umframt ein venjingardystur ímóti Japan, eru á skránni, tá U17-landsliðið við dreingjum seinni í mánaðinum leggur leiðina til Kýpros.
Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar til kappingina.
Føroyar eru í bólki 13, saman við Kýpros og Rumenia.
Dysturin móti Rumenia verður 27. oktober, dysturin móti Kýpros verður 30. oktober, og dysturin móti Japan verður 2. november, skrivar Fótbóltssamband Føroya.
Hópurin, sum er úttikin, er:
- Tobias Mcleod í Hjøllum, B36
- Carl Christian Codron, B36
- Filip B. Laursen, B36
- Marius Jónsson, EB/Streymur
- Bogi Augustinussen, FC Suðuroy
- Oliver Joensen, FC Suðuroy
- Filip Jovevic, ÍF
- Emil Poulsen Linklett, KÍ
- Andrew Poulsen, KÍ
- Markus í Mittúni, KÍ
- Elias Justinus Begerau, Skála
- Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
- Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur
- Fróði Juul Jarnskor, Víkingur
- Boas á Reynatrøð, Víkingur
- Emil Ludvig Jacobsen, Víkingur
- William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)
- Tristan Hentze, Viborg FF (Danmark)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald