- Tá eg spældi, var tað eitt sindur á tann hátt, at man visti, at man nokk skuldi vinna á NSÍ, tá á stóð. Í FM-stríðnum vóru teir ongantíð veruliga har móti endanum.
Soleiðis segði Andrias Eriksen í Fótbótbóltsskýlinum fríggjadagin
Sum B36-spælari kappaðist hann við júst NSÍ um føroyameistaraheiti í 2015, har B36 at enda vann rímiliga trygt. Síðani var miðverjin við at vinna eina steypafinalu móti NSÍ - NSÍ vann tó á júst B36 í finaluni í 2017. Níggju ár seinni er NSÍ trý umfør frá fyrsta FM-heitið felagsins síðani 2007
Og Andrias Eriksen, sum nú er viðmerkjari í serliga Televarpinum, væntar, at hesaferð gleppur hjá runavíkingum, sum eru á odda, nú trý umfør eru eftir.
Sí eisini: NSÍ hevur á pappírinum nakað lættari endaskrá enn KÍ
Hin viðmerkjarin Bárður Olsen, sum eisini hevur verið í mongum stríði um gull og annað, peikar eisini á NSÍ í løtuni. Núverandi FC Hoyvík-venjarin minnir tó á seinasta umfar, har ein serstøk uppgerð er á skránni.
- Um tað ikki er avgjørt tá, so kann tað verða torført hjá NSÍ á Toftum, har B68 fer at gera alt fyri, at grannarnir ikki vinna gullið.
Bárður og Andrias vístu báðir á, at kappingarneytin hjá NSÍ er nær við at fáa eitt kappingarár, sum bert kann verða skýrt eitt vónbrot.
- Í Klaksvík er bert FM-heitið gott nokk. Serliga um man hyggur eftir íløgunum í hópinum, at so nógvir útlendingar eru, og hvussu gongdin hevur verið seinastu árini. So um KÍ ikki vinnur aftur í ár, so hevur árið verið stórt vónbrot.
Annars peikaðu teir á HB sum rímiliga greiðan favoritt til seinasta Evropa-plássið í løtuni. Men hvør fer niður? Tað vóru teir ikki púra samdir í - og tað kann so at siga bert fara til seinasta umfar
Lurta eftir Fótbóltsskýlinum frá fríggjadegnum her
Andrias Eriksen og Bárður Olsen høvdu nógv at tosa um saman við Brynjari Jacobsen
25. umfar í Meistaradeildini
Í dag, sunnudagin 18. oktober
15.00: NSÍ - 07 Vestur (FM1)
15.00: KÍ - B68 (FM1)
15.00: EB/Streymur - HB
15.00: B36 - Skála
17.15; Víkingur - AB (FM1)
Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á Portalinum
Her sæst restin av dystarskránni fyri árið
Sí eisini: Allir dystirnir verða spældir sama dag í seinastu trimum umførunum
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald