Annað

Landskappingin í talvi metstóra luttøku

Nú landskappingin fyri feløg fer av bakkastokki í dag eru fleiri lið skásett enn nakrantíð fyrr.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-10-18 11:30 Author image
Innsent
placeholder

Talváhugin tykist vaksandi í Føroyum.

Nú landskappingin fyri feløg fer av bakkastokki í dag eru fleiri lið skásett enn nakrantíð fyrr. Higartil er frætt um 33 lið, men talið á liðum í unglingadeildini er ikki endaligt enn.

Telvað verður í seks deildum. Fimm vaksnamannadeildum og einari unglingadeild. Byrjað verður í fremstu fýra deildunum í dag. Seks lið eru í hvørjari av hesum deildum. Kappingin í 5. deild byrjar 1. november. Har eru væntandi níggju lið. Kappingin í unglingadeildini er sett at byrja 4. november. Enn er ikki greitt, hvussu nógv lið vera í hesari deildini.

Metið fyri luttakandi lið í nøkrum kappingarári er nettupp 33 lið, eins og í ár. Tað var í 1985. Tá vóru seks lið í 1.- og 2. deild, ellivu lið í 3. deild og fimm lið í ávikavist unglinga- og dreingjadeildini. Tá varð ikki telvað í 4.-, og 5. deild.


Útivið 500 telvarar

Ellivu feløg eru við í landskappingini. Á listunum, sum hesi feløg hava sent Talvsambandinum við yvirliti og styrkilista sæst, at 479 telvarar eru skrásettir til landskappingina í vetur.

Listin sær soleiðis út:

Havnar Telvingarfelag (HT) 82 telvarar
Talvfelagið Rókur (Sundalagið) 52 telvarar
Sandavágs Talvfelag (ST) 51 telvarar
Klaksvíkar Talvfelag (KTF) 43 telvarar
Gøtu Talvfelag (GT) 41 telvarar
Kongshavnar Talvfelag (KHT/Runavík) 41 telvarar
Kollafjarðar Talvfelag (KT) 40 telvarar
Vestmanna Talvfelag (VT) 38 telvarar
Suðuroyar Talvfelag (ST) 38 telvarar
Tofta Talvfelag (TT) 34 telvarar
Stranda Talvfelag (STF) 19 telvarar


Sandavágs Talvfelag favorittur

Í 1. deild eru einans fýra feløg umboðað. Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag hava tvey lið hvør. Hini eru Sandavágs Talvfelag og Kollafjarðar Talvfelag. Kollfirðingar fluttu upp í fjør eftir harða kapping um uppflyting við Tofta Talvfelag. Niður í 2. deild flutti annað lið hjá Sandavági.

Sandavágs Talvfelag vann FM-heitið í fjør í stórum stíli. Og nú Rógvi Egilstoft er heimfluttur eftir nøkur ár í Spania er FM-manningin hjá vágamonnum munandi styrknað.

Kappingin plagar at standa millum Sandavág og Havnina, men Havnar Telvingarfelag hevur í ár mist tveir av sínum hollu stuðlum. Sjúrður Thorsteinsson og Carl Eli Samuelsen, sum hava verið fastir fúsir á FM-liðnum hjá Havnini seinnu árini, fara í vetur at telva við Suðuroyar Talvfelag í 3. deild.

Dystirnir í 1. umfari í 1. deild í dag eru hesir:

Kollafjørður - Sandavágur
Havnin A. - Havnin B.
Klaksvík A. - Klaksvík B.


Luitjen frálíkt úrslit

Ein av okkara fremstu telvarum, 20 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag, hevur júst luttikið í kapping í Danmark og staðið seg væl.

Luitjen vann sjálvur annar IM-bólkin í 100 ára jubileumskappingini hjá Amager Skakforening. Luitjen lá um miðjuna í røðini av teimum tíggju telvarunum í bólkinum mett eftir styrkitølum, men honum eydnaðist at vinna kappingina saman við litavska stórmeistaranum Eduardes Rozentalis.

Luitjen vann fýra talv, telvaði trý jøvn og tapti tvey. Hann fekk tí 5½ stig av níggju møguligum, men var eitt stig frá IM-norminum. Luitjen gongur tó 22 stig fram í rating. Tey níggju umførini vórðu telvað eftir seks døgum, so ein strævin heystfrítíðarvika hjá ídnasta føroyska telvaranum.

Í fyrsta umfari vann Luitjen á føroyska altjóða meistaranum John Arna Nilssen, sum fekk 3½ stig og endaði nummar níggju, og í seinasta umfari vann Luitjen á einans 14 ára gamla danska stórtalentinum August Jalving, sum longu hevur yvir 2300 í rating.

Talvsamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder