Tað man sjálvdan, um nakrantíð í nýggjari tíð, hava verið so spennandi í øllum trimum ymisku stríðnum í fremstu mansdeildini við so stuttari tíð eftir av kappingini.
Trý stig eru millum tey bæði liðini, ið stríðast um FM, og tað sama um tey, ið stríðast um síðsta evropeiska plássið. Hesi øll - KÍ, NSÍ, HB og B36 - spæla øll klokkan 15.
Stríðið um at sleppa undan 9. plássinum er beinhart, og har kann nógva henda í dag; inannhýsis dystirnir vera tó í næstseinasta og seinasta umfari.
FM1 sigur frá trimum dystum og tekur saman um í sendingini 3. Hálvleiki klokkan 19.30 - og við samrøðum og øðrum á fm1.fo/Portalinum.
25. umfar í Meistaradeildini
Í dag, sunnudagin 18. oktober
15.00: NSÍ - 07 Vestur (FM1)
15.00: KÍ - B68 (FM1)
15.00: EB/Streymur - HB
15.00: B36 - Skála
17.15; Víkingur - AB (FM1)
Klokkan 19.30 verður tikið samanum í sendingini 3. Hálvleikur
Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á Portalinum
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald