Hondbóltslandsliðið við kvinnum er í hesum døgum aftur savnað í sambandi við venjingardystirnar móti Eysturríki hósdagin og leygardagin.
Hópurin hevur verið saman síðan sunnudagin og mikudagin verður kósin sett móti Eysturríki, og dystirnir verða spældir ávikavist klokkan 17 hósdagin og klokkan 16:15 leygardagin.
Tveir dystir eru eisini á skrá í november áðrenn EM-endaspælið. Talan er um Golden League í Noreg móti ávikavist Noreg, hósdagin 26. november, og Danmark, leygardagin 28. november. Fyrsti dystur hjá Føroyum í EM-endaspælinum er leygardagin 5. desember kl. 19.30 móti Ukraina.
Sí myndirnar, sum Andrei Antal tók fyri Hondbóltssambandið í gjár
-
-
Rakul Wardum
-
Pernille Brandenborg
-
Jana Mittún
-
Annika Fríðheim Petersen
-
Ró Reginsdóttir
-
Brynhild Pálsdóttir
-
Rannvá Olsen
-
Simon Olsen, venjari og Ró Reginsdóttir
-
Rakul Borgarlíð Joensen
-
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Pernille Brandenborg og Lukka Arge
-
Marita Mortensen
-
Claus Mogensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald