Hondbóltur

Føroyar spæla fyrsta EM-fyrireikingardystin klokkan 17 í Eysturríki

Til ber at stroyma dystin við haldi á Portal Play ella keypa atgongd sum einstakan dyst. Sjúrður Hildarson Hoydal sigur frá.

Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinar eru í gongd við at fyrireika seg til enn eitt endaspæl - her er bakspælarin, sum fer at fáa stóran leiklut í Póllandi, undir HM-dysti (Mynd: Sverri Egholm)

Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinar eru í gongd við at fyrireika seg til enn eitt endaspæl - her er bakspælarin, sum fer at fáa stóran leiklut í Póllandi, undir HM-dysti (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-22 08:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks vikur eru, til føroyski EM-hópurin setir kósina til Katowice. Suðurpólski býurin verður karmur um triðja endaspælið á rað hjá føroysku hondbóltskvinnunum.

Tað er longu greitt, at hópurin fer at síggja nakað øðrvísi út. Hetta er tí, at nakrar eru givnar, og onkrir skaðar eru. Harvið eru dystirnir í Eysturríki hesa vikuna gylti møguleikin hjá nógvum at vísa, hví tær skulu vera við í flogfarinum til Pólland 3. desember.

Fleiri ungar eru við í dag og leygardagin, serliga bakspælarar so sum Ró Reginsdóttir, Rakul Borgarlíð Joensen og Silja Geirsdóttir Eystberg.

Sí eisini: Nógvar uttan endaspælsroyndir úttiknar til EM-fyrireikingardystirnar

Talan burdi verið um rímiliga tættar dystir millum Føroyar og Eysturríki, tó at heimaliðið man metast sum favorittur.

Les eisini: Skulu leggja lunnar undir gott EM-endaspæl við dystum í Eysturríki

Til ber at síggja dystirnar á stroymingartænastu okkara Portal Play.

Tey sum hava hald, hondbóltshald ella samlað hald, hava dystin sum part av pakka teirra.

Til ber eisini at stovna sær hald nú ella at keypa Eysturrríki - Føroyar sum einstakan dyst á play.portal.fo

Dysturin byrjar klokkan 17.00 føroyska tíð, og Sjúrður Hildarson Hoydal sigur frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder