Hondbóltur

Magnus Árason gjørdi bart móti Bjerringbro-Silkeborg

Ungi føroyski høgri vongurin skoraði uppá øll síni fimm skot og er við at fáa fótin fyri seg í bestu donsku deildini.

Magnus hevur seinastu árini gjørt vart við seg á føroysku ungdómslandsliðunum - her undir U20 EM-endaspælinum í summar. Nú spælir høgri vongurin vaksnamannahondbólt á høgum stigi (Mynd: EHF)

Magnus hevur seinastu árini gjørt vart við seg á føroysku ungdómslandsliðunum - her undir U20 EM-endaspælinum í summar. Nú spælir høgri vongurin vaksnamannahondbólt á høgum stigi (Mynd: EHF)

2026-10-22 10:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mors-Thy Håndbold hevur higartil ikki havt eitt eins gott kappingarár sum 2025/2026, tá liðið kom í hálvfinalurnar um DM.

Í løtuni er Mors-Thy á 11. plássi av teimum 14 í fremstu donsku deildini. Hetta við seks stigum fyri ellivu dystum. Ein ungur føroyingur er tó við at fáa fótin fyri seg á liðnum.

19-ára gamli Magnus Árason hevur seinastu árini spælt í ungdómsdeildini hjá GOG. Nú roynir hann seg í Norðurjútlandi.

Har vitjaði Bjerringbro-Silkeborg í gjár. Málverjin hjá gestunum, Marko Roganovic, stóð væl og BSH var á veg móti greiðum sigri.

Men ungi føroyingurin á høgra vongi var tryggur, og Mors-Thy kom inn í dystin aftur.

Tað eydnaðist ikki at vinna, men Magnus Árason spældi væl. Havnarmaðurin skeyt fimm skot og skoraði øll: 100 prosent í gagnnýtslu.

Magnus hevur seinastu árini gjørt vart við seg á føroysku ungdómslandsliðunum og spælir nú vaksnamannahondbólt á høgum stigi.

Sí eisini: Óli Mittún á vikuliðnum - ein tann mest effektivi spælarin í Danmark


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder