GOG hevði tørv á at fáa stig í Szeged í kvøld fyri at tryggja víðari luttøku í Champions League: Ein javnleikur var nóg mikið fyri at koma víðari til miðumfari úr bólkaspælinum, og júst hetta eydnaðist.
Óli Mittún átti stóran leiklut í hesum. Føroyingurin skeyt fimm mál í Ungarn, legði upp til flest mál hjá liðnum av Fjóni, og tað var nummar 78, ið við frálíkum máli skoraði seinasta máli hjá útiliðnum.
Hetta var, tá tríggir minuttir vóru eftir. GOG hevði havt eina góða leiðslu, men Szeged var komið undir liðuna á teimum aftur. So tól Óli Mittún sakina í egnar hendur, snúraði seg hálvgum leysan og skoraði til 33-32 við snildum skoti.
![]()
Óli Mittún - her í dysti móti Kiel við Tjarnir í august - fær fleiri stórar uppgávur við GOG á evropeiska pallinum í vetur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Pick Szeged javnað við brotskasti í næsta álopi, men so kom ikki nakað annað mál. Kevin Møller hevði stórbjargingum í seinastu sekundunum, tá heimaliðið kundi avgerða dystin. Málverjuplássið var ein trupulleiki hjá GOG í fjør, serliga í stórum dystum, men danski landsliðsmálverjin ger sjálvandi mun.
Tað hevur Óli Mittún eisini gjørt, og nú eitt umfar er eftir av bólkaspælinum, er greitt, at GOG verður millum 12 tey bestu í kappingini.
Hákun West av Teigum skal eisini spæla í miðumfarinum í kappingini, har hann við Füchse Berlin hevur spælt finalu tvey tey seinastu árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald