GOG hevði tørv á einum stigi í Szeged hóskvøldið fyri at koma víðari úr Champions League-bólkaspælinum. Hetta kom eisini til høldar.
Útiliðið var á odda 20-17 eftir flott spæl í 1. hálvleiki. Pick Szeged, ið skuldi vinna, kom afturíaftur, men tá mest stóð á hjá danska liðnum, tók føroyingurin ábyrgd.
Flotta málið hjá Óla Mittún til 33-32 sæst sjálvandi í samandráttinum - tað seinasta GOG skoraði. Síðani gjørdist danski landsliðsmálverjin eisini ógvuliga týðandi.
Til ber at síggja hæddarpunktini ella á Youtube-síðuni hjá EHF
Les meira: GOG er víðari í Champions League
Sí eisini: Óli Mittún á vikuliðnum - ein tann mest effektivi spælarin í Danmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald