Føroyska fótbóltsárið nærkast endanum, og næstseinasta umfar í Meistaradeildini er á skránni sunnudagin. Spenningurin er framvegis av álvara har og serliga í botninum:
26. og næstseinasta umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Sunnudagin 25. oktober
NSÍ - HB (Frásøgn á FM1)
B36 - KÍ
Víkingur - EB/Streymur
Skála - AB
07 Vestur - B68 (Frásøgn á FM1)
Allir dystirnir byrja klokkan 15
FM1 og Portalurin fara at gera nógv burturúr við frásagnum, myndum, samrøðum og øðrum
![]()
Sí eisini: Nógv kann vera avgjørt áðrenn klokkan 17 sunnudagin
Í Fótbóltsskýlinum í dag verður serliga 26. umfar vent. John Andersen, frásøgumaður í Televarpinum sum er úr Saltangará, vitjar saman við Jóhan Á Mýrini. Jóhan hevur verið virkin í 07 Vestur, og viðmerkjarin úr Sandavági fylgir væl við.
Teir taka, saman við vertinum Trygva Absalonseni, pulsin á deildini og hyggja nærri at støðuni, feløgini teir eru mest knýttir at eru í. Tær eru púra ymiskar.
Sendingin verður eftir tíðindini á FM1 klokkan 17 - byrjar umleið 17.15. Hon verður eisini at hoyra á heimasíðuni og á Portalinum í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald