Hondbóltur

Súna hevur verið undir skurð - skal sita uttanfyri undir EM og allan veturin

Stórur smeitur fyri Súnu Krossteig Hansen og Føroyar. - Ein partur av meniskinum er tikin burtur, og eg skal ganga á høkjum í seks vikur, sigur profilurin við Portalin.

Súna Krossteig Hansen til EM 2024 tá hon var darvað av skaða í fótinum - í fjør var bakspælarin ógvuliga eyðsýnd í HM-endaspælinum. Nú noyðist havnarkvinnan at hyggja at, meðan Føroyar spæla endaspæli (Mynd: Sverri Egholm)

Súna Krossteig Hansen til EM 2024 tá hon var darvað av skaða í fótinum - í fjør var bakspælarin ógvuliga eyðsýnd í HM-endaspælinum. Nú noyðist havnarkvinnan at hyggja at, meðan Føroyar spæla endaspæli (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-23 10:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni eru føroysku hondbóltskvinnurnar í Eysturríki, har tveir EM-fyrireikingardystir eru á skránni.

Føroyar megnaðu at venda fyrra dystinum, sum var í gjár, móti einari mótstøðu, sum kann minna um Pólland, ið Føroyar eiga lykladyst ímóti í endaspælinum í desember.

Video: Flotta vendin hjá kvinnunum

Maria Pálsdóttir Nólsoy og Jana Mittún tóku stóra ábyrgd, og tað skulu bakspælararnir úr bestu donsku deildini eisini undir EM-endaspælinum. Serliga tí at Føroyar vera uttan Súnu Krossteig Hansen.

Sum Simon Olsen, hjálparvenjari, segði við Kringvarpið í gjár, verður bakspælarin ikki tøk vegna skaða í knænum.

Úti í fimm mánaðir

21. september skrivaðu vit um, at Súna Krossteig Hansen í fyrstu syftu slapp við skrekkinum. Í Montenegro var stúran fyri, at Buducnost-spælarin hevði slitið krossbandið eftir eina hending undir venjing. Tað hevði føroyingurin tíbetur, men talan var um skaða í meniskikinum, sum møguliga kundi venjast uppaftur.

So varð ikki.

- Eg varð skurðviðgjørd sunnudagin. Læknin tók okkurt av meniskinum og seymaði okkurt annað í knænum saman. Eg skal sita uttanfyri í fimm mánaðir.

Soleiðis sigur Súna Krossteig Hansen við Portalin í dag. Hon nýtir nú høkjur, og tað skal 26-ára gamal havnarkvinnan gera í seks vikur. 

Føroyski landsliðsprofilurin væntar ikki at spæla nakran dyst aftur hetta kappingarárið. Fyriuttuan EM-endaspælið, sleppur Súna K. Hansen tískil ikki at spælai Champions League í hesum kappingarárinum og møguliga heldur ikki í HM røkkstøkkdystunum í apríl.

Hetta er stórur smeitur hjá Súnu sjálvari, sum tók spennandi lopið til Montenegro, og sum hevði havt stóran leiklut til stórar uppgávur hjá Føroyum í vetur og tíðliga næsta vár.

Dysturin millum Føroyar og Eysturríki verður leygardagin 24. oktober klokkan 16.15. Hann sæst á Portal Play við hondbóltshaldi ella við at keypa atgongd til einstakan dyst fyri 49 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder