Hondbóltur

European Cup: H71 skal gera arbeiði liðugt leygarkvøldið

Hoyvíkingar vunnu við sjey málum í fyrra dystinum. Seinni dysturin er á skránni í Kroatia klokkan 17 í morgin og kann stroymast á Youtube.

H71 skal koma víðari fyri at røkka einum av stóru málunum fyri árið: At koma langt í Evropa (Mynd: Jens Kr. Vang)

H71 skal koma víðari fyri at røkka einum av stóru málunum fyri árið: At koma langt í Evropa (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-23 17:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

MRK Trogir sendi VÍF út úr 1. umfari í European Cup, men í fyrra dystinum í 2. umfari í triðsterkastu evropeisku kappingini tapti kroatiska liðið 34-27 í Hoyvík.

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum

Spurningurin er so, um H71 megnar at halda leiðsluna, so tað gevur víðari luttøku. Hetta er stórt mál fyri kappingarárið hjá føroysku greipuvinnarunum: At koma langt í Evropa.

Seinni dysturin millum MRK Trogir og H71 verður spældur í morgin, leygardagin 24. oktober, klokkan 17.00 føroyska tíð.

Hoyvíkingar eru í Kroatia og fyrireika seg til uppgávuna, har tað avgjørt kann koma trýst frá Trogir - á vøllinum og frá áskoðarunum uttanfyri.

[object Object]
Hoyvíkingar í Kroatia (Mynd: H71)

Dysturin í Kroatia kann stroymast á Youtube. H71 leggur leinkju út, og tað gera vit eisini á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder