Fótbóltur

Næstbesta liðið hjá HB fór sendandi niður í 2. deild aftur

Hetta er greitt eftir 6-0 tap fyri grannunum í kvøld. B36 hjálpti harvið næstbesta liðnum hjá NSÍ, og FC Hoyvík slapp eisini undan triðbestu deildini eftir betri gongd í seinnu hálvu av kappingini.

HB hevði tørv á einum stigi í grannauppgerð, har B36 so at siga einki ítøkiligt hevði at spæla fyri. Men tað var ikki nær við at ganga, og eins og í 2025 skal næstbesta liðið hjá stórfelagnum spæla í triðbestu deildini (Mynd: Havnar Bóltfelag)

HB hevði tørv á einum stigi í grannauppgerð, har B36 so at siga einki ítøkiligt hevði at spæla fyri. Men tað var ikki nær við at ganga, og eins og í 2025 skal næstbesta liðið hjá stórfelagnum spæla í triðbestu deildini (Mynd: Havnar Bóltfelag)

2026-10-23 20:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstbesta liðið hjá HB fer niður í triðbestu deildini aftur saman við næstbesta liðnum hjá EB/Streymi.

Hetta er greitt, eftir teir tríggjar dystirnar í 1. deild sum hava verið í kvøld.

EB/Streymur, sum bjargaði sær á seinasta leikdegi í fjør, var flutt niður áðrenn. 

HB var undir strikuni undan umfarinum men hevði betri málúrttøku enn NSÍ og FC Hoyvík, sum bæði høvdu eitt stig fleiri. HB fekk eisini neyðugu hjálpina frá næstbesta liðnum hjá Víkingi og harvið hevði verið nóg mikið við einum javnleiki hjá HB í kvøld. 

Unga Vìkinga-liðið, sum vinnur silvur eftir eitt flott ár, vann 1-0 við Løkin. Toppskjúttin hjá Víkingi og næstbesri málskjúttin í deildini, Fríði Gertsson Hansen, skoraði málið móti NSÍ.

Men HB tók ikki av - og langt og frá. Grannarnir úr B36 eyðmýkti teir í reyðum og svørtum á Tórsvølli.  Tað var 4-0 í steðginum og 6-0 eftir seinasta bríksl. 

[object Object]
B36 hevði ein góðan seinasta leikdag í 1. deild - øðrvísi var hjá HB (Mynd: Havnar Bóltfelag)

B36 yvirhálaði TB og kann enda á 5. plássi - TB spælir móti gullvinnaraunum B71. Hjá HB endaði tað við afturvendan til 2. deild. Næsbesta liðið hjá stórfelagnum var eisini í triðbestu deildini 2025. Nú skiftir HB um pláss við KÍ har, og tað kann avgjørt ganga nógv útyvir menning hjá ungum spælarum í felagnum.

Tað sá einki út hjá FC Hoyvík tíðliga í summar. Tá tók venjaraparið, og parið, Bárður Olsen og Heidi Lava Elgeirsdóttir við, og síðani hevur liðið vunnið 18 stig. Sigrar móti FC Suðuroy, í Fuglafirði og í lykladystum móti HB og NSÍ eru millum teir, sum eru komnir til høldar, og FC Hoyvík gjørdi eisini sítt í kvøld móti EB/Streymi.

Ógvuliga týðandi fyri felagið, at besta liðið verður verandi í 1. deild. Og týðandi fyri NSÍ, at næsbesta liðið spælir í næstbestu deildini heldur enn í tí triðbestu.

Tøl: FaroeSoccer og FSF

27. og seinasta umfar í 1. deild hjá monnum
Fríggjadagin 23. oktober
NSÍ - Víkingur 0-1
EB/Streymur - FC Hoyvík 0-1
B36 - HB 6-0

Leygardagin 24. oktober
12.00: TB - B71
15.45: ÍF - FC Suðuroy

Sí eisini: B71 fer suður til Stóra eftir gullinum leygardagin

Endastøðan:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder