Fótbóltur

KÍ-kvinnur fáa steypið á Tórsvølli

Síðsta umfar í Meistaradeildini hjá kvinnum verður spælt í dag. HB og KÍ spæla á Tórsvølli.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-24 11:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður nummar eitt ímóti nummar tvey, KÍ og HB sum møtast á Tórsvølli í morgin, leygardagin 24. oktobur klokkan 14:00, tá síðsta umfar í MeistaraDeildini hjá kvinnum er á skránni.

Undan dystinum er greitt, at klaksvíkskvinnur fara avstað við FM-heitinum – meistaraheiti nummar 25 síðani 1997 – meðan HB fær silvurkrónurnar.

Í hinum dystinum í ovara bólki tekur Víkingur, sum fær bronsuheiðursmerkini, ímóti Skála. Tann dysturin verður í Sarpugerði í Norðragøtu, og byrjar klokkan 13:00.

Í niðara bólki í MeistaraDeildini hjá kvinnum er framvegis spenningur um 1. plássið. Undan síðsta umfari er 07 Vestur fremst við 23 stigum, tvey stig fleiri enn B36, sum er á øðrum plássi við 21 stigum.

Og tað verða júst hesi bæði liðini, ið hittast á Tórsvølli í morgin klokkan 17:00. Hin dysturin í niðara bólki verður í Fløtugerði í Fuglafirði millum ÍF og FC Suðuroy. Tann dysturin byrjar klokkan 13:15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder