27-34
Hetta er støðan, tá dysturin í Kroatia í kvøld. Hetta hóast tað fer at standa 0-0 á máltalvuni.
Fyri viku síðani vann H71 við sjey málum í fyrra dystinum í 2. umfari í triðsterkastu evropeisku kappingini. Harvið skal arbeiðið gerast liðugt í kvøld.
- Støðan er tann, at um okkara halda málmunin á +7, koma teir víðari til næsta umfar í European Cup, skrivar H71.
Tað vil siga: Eitt tap við seks málum ella eitt betri úrslit enn tað er nóg mikið hjá føroyameistarunum.
Sí eisini: H71 skal gera arbeiðið liðugt leygarkvøldið
Til ber at síggja dystin hjá H71 á leinkjuni omanfyri - á Youtube-síðuni hjá kroatiska hondbóltssambandinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald